Loading…

-Vinarliga kanna bíleggingina, áðrenn tú keypir atgongumerkini: Rætt stað, rættur dagur, røtt tíð, o.s.fr. Tað ber ikki altíð til at broyta keypið.
-Tað er ikki loyvt, at selja atgongumerki við vinningi. Atgongumerki seld við vinningi til onnur enn til fyrireikara, verða ógildað uttan ávaring.
-Um eitt tiltak verður avlýst, fært tú atgongumerkjakostnaðin endurgoldnan. Vit royna at seta okkum í samband við teg fyri at kunna um endugjaldsskipanina.
-Um eitt tiltak verður útsett, royna vit at seta okkum í samband við teg fyri at kunna teg um endurgjalds- ella umbýtisskipan.
-Um tiltakið verður útsett, kann fyrirreikarin seta endurgjaldsavmarkingar ella reglur um endurgjaldstíðarskeið.
-Tá tú keypir atgongumerki frá TIX ígjøgnum heimasíðuna ella í telefon, hevur tú 14 dagar, frá tú hevur keypt, at biðja um endurgjald. Um tiltakið, tú keypir atgongumerki til, er innan 14 dagar, ber ikki til at biðja um endurgjald, uttan so at tiltakið verður avlýst.
-Í fall at atgongumerkini eru send við posti, verður postgjaldið ikki endurgoldið. Aldursmark er á summum tiltøkum.
-Atgongumerkjaánarin hevur ábyrgd av atgongumerkjunum, og vit kunnu ikki endurprenta atgongumerki, sum eru burturblivin.
-Fyrireikarin av tiltakinum, hevur ábyrgd av tiltakinum, ikki Tix.
-Hvørki Tix ella fyrireikarin hava ábyrgd av ogn hjá atgongumerkjaánarum.
-Gevið gætur, at allir kostnaðir eru í donskum krónum.
-Kostnaðir, sum verða vístir í øðrum gjaldoyra á heimasíðuni, eru altíð mettir kostnaðir.