Tix.fo

Norðurlandahúsið

Um tiltakið
Ein sterkur, virðisløntur sjónleikur um harðskap í heiminum.

Íslendski sjónleikarabólkurin Ratatam skapti Shhh! út frá samrøðum við offur, brotsfólk og avvarðandi, umframt tilfari úr tíðindabløðum og vísindaligum ritum. Tey tóku upp og arbeiddu seg ígjøgnum 200 tímar av video. Søgrnar vóru ofta ræðuligar og pínufullar, men so løgið tað ljóðar, lá tíðum eisini ein myrkur humor undir.

Limirnir í Ratatam vóru bergtiknir av vónini og andanum hjá teimum djørvu offrunum, sum søgdu sínar søgur. Tað sigst at látur er okkara besti vinur, tá sorgarleikurin er harðast. Ein lætti tá tíðirnar eru torførar. Hetta var eisini tað sjónleikabólkurin legði til merkis, tá tey arbeiddur við øllum teimum ræðuligu søgunum. Við at siga nakrar av søgunum ígjøgnum sjónleik, vónar Ratatam at kunna hjálpa offrum at lekja, at undirhalda og at lata eyguni hjá áskoðaranum upp fyri smáu og ókendu síðunum av harðskapi í heiminum.

Pallsniðið er gjørt við íblástri úr verkinum ”Cells” hjá Louise Bourgouise (1911-2010). Í tí verkinum avdúkar listakvinnan pínuna og ræðsluna, sum hon upplivdi, meðan hon vaks upp í einum heimi fullum av harðskapi. Fyri summi er heimið sum ein fangaklivi. Har er ongin vegur út, hóast barrurnar tykjast ósjónligar fyri tey uttanfyri. Hurðarnar eru læstar – bæði kropsliga og sálaraliga.  Hesar hurðarnar mugu latast upp. 

Ímeðan tey vandu, upplivdu sjónleikararnir ofta, at teir kundu ynskt sær at sent ein eingil sum bar øllum, sum hava upplivað harðskap í heiminum, kærleika og verju. At vaksa upp í einum heimi við ágangi skapar eitt mynstur, sum fleiri kanningar hava víst á hevur tendens til at endurtaka seg. Fyri at bróta hetta mynstrið, tøgnina og skommina, sum fylgir við hesum, mugu vit fyrst og fremst tora at siga frá! 

En teaterdokumentar baseret på interview med voldsofre og voldsudøvere. Scenografien refererer i Louises Bourgeois værker ”Cells” hvor hun portrættere menneskets indelukkethed. Både det synlige og usynlige fængsel. Voldsfyldte hjem har ofte, også i overført betydning, lukkede døre. Teatergruppen RaTaTam blev udnævnt som årets kunstnergruppen for ??Reykjavik kommune i 2017. SUSS! har til formål at bryde den overvældende tavshed der omgiver vold i hjemmet.

Rithøvundur: Samrøðufólk og Ratatam

Leikstjóri: Charlotte Bøving
Sjónleikarar: Guðmundur Ingi Þorvaldsson, Guðrún Bjarnadóttir, Halldóra Rut Baldursdóttir, Hildur Magnúsdóttir og Laufey Elíasdóttir.
Pall- og búnasniðgevi: Þórunn María Jónsdóttir

Tónleikur/ljóð: Helgi Svavar Helgason