Loading…

#Vinarliga kanna bíleggingina, áðrenn tú rindar: hevur tú valt rætt stað, rættan dag, røttu tíð osfr? Tað ber ikki altíð til at broyta keypið.
#Endurgjald
-Keypt atgongumerki kunnu latast innaftur ímóti fullum endurgjaldi í seinasta lagi 14 dagar eftir keypsdagin, uttan so at tiltakið er útselt. Atgongumerki til tiltøk, sum eru útseld, kunnu ikki latast innaftur. Eftir 14 dagar verður onki endurgjald latið, uttan so at tiltakið verður avlýst. Um atgongumerkið er keypt minni enn 14 dagar áðrenn tiltakið, ber ikki til at biðja um endurgjald, uttan so at tiltakið verður avlýst. Um eitt tiltak verður avlýst, verður atgongumerkjakostnaðurin endurgoldin.
#Broytingar
-Broyting av plássi í salinum er ókeypis, um keyparin ger hana sjálvur á tix.fo. Um heitt verður á Norðurlandahúsið at gera slíkar broytingar, verður avgreiðslugjald tikið. Avgreiðslugjald verður lagt á allar aðrar broytingar so sum at skifta frá einum degi til annan á einum afturvendandi tiltaki. Tað ber ikki til at gera broytingar til tiltøk, sum eru útseld.
#Gávukort
-Gávukort eru galdandi í 2 ár frá keypsdegnum og kunnu nýtast bæði á nlh.fo og í Norðurlandahúsinum. Gávukort kunnu ikki býtast um við reiðan pening.