Tix.fo

Event info

Á skránni eru góðir, kendir gospelsangir sum Down By The Riverside, Lean On Me, Oh Happy Day, Joyful Joyful o.a.

Suð byrjaði at syngja í 2002 og var sera virkið í 10 ár. Síðani hevði kórið ein steðg, men í 2017 byrjaðu tær aftur at venja regluliga. 18 kvinnur syngja í kórinum og Steinvør Fonn er kórleiðari. - Vitja síðu teirra á Facebook: "Suð".


Tónleikararnir eru: Magni Husgaard: tangentar, Pætur við Keldu: tangentar, Mikkjal Hvannastein: guitar, Agnar Lamhauge: bass, Tórður Dam Jacobsen: trummur og James Olsen: slagverk.

 

Gestasangararnir eru: Guðrun Sólja Jacobsen og James Olsen.

 

Dansararnir eru: Emma Øregaard, Erla Østerø, Jancy Mohr, Vár Jansdóttir Norðá, Elisabeth Bogadóttir Rasmussen og Sonja Wigant Eysturdal.

 

Eydna Skaale verður frásøgufólk á konsertunum.