Tix.fo

Um tiltakið

Ein fjølbroytt konsert við tveimum norðurlendskum manskórum og einum altjóða viðurkendum føroyskum operasangara.

 Tórshavnar Manskór fer at syngja sína várskrá, og hon umfatar eisini ein sang saman við Rúna Brattaberg, sum sang við manskórinum áðrenn hann legði leiðina út á heimsins pallar.

Rúni Brattaberg fer at syngja ein sang einsamallur, og danska gestakórið, Studentersangerne úr Keypmannahavn, sum í ár hevur 180 ár á baki, fer eisini at syngja sína skrá. Konsertin endar við, at kórini saman við Rúna Brattaberg syngja sangin Landkjending, sum Edvard Grieg yrkti í 1872