Tix.fo

Norðurlandahúsið

Um tiltakið

5 kvinnuligir solistar – 1 føroysk og 4 danskar – framføra egnan tónleik á eini konsert, sum er eyðmerkt av fjølbroytni, góðsku, innileika og styrki.

Eftir eitt spennandi vár við konsertum í Pakistan og Danmark, er HUN SOLO aftur á fer, nú til Føroyar.

Til hvørja konsert hevur HUN SOLO 3 fantastiskar gestir við sær, sum saman við HUN SOLO vertunum fara at spæla hvør sína solokonsert.

Hvør tónleikari fer einsamøll á pallin, og áhoyrararnir kunnu vænta sær eitt heilt serligt kvøld, har tey sleppa at uppliva púra ymiskar, kular kvinnuligar tónleikarar og teirra tónleik heilt tætt.

 

Greta Svabo Bech

Fyrsti gesturin vit avdúka er føroyski sangarin, sangskrivarin og violinisturin Greta Svabo Bech.

Við síni kláru rødd og dreymakenda tónleikaheimi hevur Greta m.a. verið tilnevnd til háttvirdu Grammy virðislønina fyri sítt arbeiði saman við Deadmau5, og eisini hevur hon skriva tónleik til Cher. Síðani 2013 hevur hon givið tónleik út í sinum navni, og í 2014 vann hon FMA sum Ársins Sangarinna. Vit gleða okkum sera nógv at hoyra hennara himmalska/vakra ljóð á HUN SOLO.

 

Nana Jacobi

Nana Jacobi er kend fyri at spæla konsertir, ið geva gásarhold. Hennara triðja fløga ”Expander” frá 2015 førdi við melodiskum, filmiskum og sensuellum poppið til yviskiftir sum ”Ein djørv rødd” og ”Inspirerandi/hugkveikjandi outside’ari nær við mainstream”. Harumframt hevur Nana gjørt tónleik til fleiri kendar danskar filmar. Í løtuni er Nana í studio og tekur nýtt tilfar upp, har hon fyri fyrstu ferð skrivar og syngur alt á donskum.

 

Kirstine Stubbe Teglbjærg:

”… í eina løtu var hon Gordon, Knowles, Joplin og Patti í framúrskarandi samkomu meðan tónleikur og gandur runnu saman.” - Soleiðis skrivaði Gaffa um framførðsluna hjá Kristine saman við HUN SOLO 8. mars 2017. Fyrrverandi sangarin og sanskrivarin í Blue Foundation hevur leingi skapað vakrar samanrenningar millum dreym og larm á danska tónleikapallinum. Í 2013 kom vælummælda fløgan ”Hamskifte”, sum hon skrivaði og framleiddi sjálv, út. Nú er hon í holt við nýggjan tónleik, og á konsertini fært tú eina smakkroynd av tí.

Tey seinastu tvey nøvnini til konsertirnar við HUN SOLO í Føroyum verða kunngjørd seinni.